Breddin: Tingfólk kjakast um Etiska ráðið

Breddin: Tingfólk kjakast um Etiska ráðið
Sirið Stenberg, Bjarni K. Petersen og Beinir Johannesen vera í útvarpsstovuni
Etiska ráðið er annað evnið í Breddanum í dag.
 
22.09.2022 - 09:05

Er politikkur etikkur? Og kann etikkur vera politikkur? 

Tað hevur elvt til rumbul, hvussu etiska ráðið nú verður valt, men hví skulu vit hava eitt etiskt ráð, sum vit hava havt seinastu smáu fimm árini, og er tað vandi fyri politiskum setanum í etiska ráðnum?

Tingfólk kjakast um málið.  Í útvarpsstovuni vera Sirið Stenberg, Bjarni K. Petersen og Beinir Johannesen.

 

Sáttmálasamráðingar

14 fakfeløg skulu til samráðingarborðið við fíggjarmálaráðið eftir 1. oktober, tá sáttmálarnir ganga út.

Hvat er í væntu, nú inflatiónin er tann størsta í langa tíð, og krónurnar røkka alsamt styttri?

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815