ES umhugsar fleiri tiltøk móti Russlandi

bannari
ES umhugsar fleiri tiltøk móti Russlandi
Uttanríkisleiðarin í ES sigur, at samveldið fer at samtykkja nýggj avmarkað tiltøk.
Josep Borell er uttanríkisleiðari í ES.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.09.2022 - 08:31

Uttanríkisráðharrarnir í ES umhugsa at seta nýggj tiltøk í verk móti Russlandi. 

Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borell, eftir skundfund í nátt. 

- Vit fara at finna og samtykkja nýggj avmarkað tiltøk, segði Borell eftir fundin. 

- Men endaliga avgerðin um tiltøk skal samtykkjast formliga, segði hann.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod sigur við Ritzau, at nýggj tiltøk mugu setast í gildi skjótast til ber.

 


Russar mótmæla krígnum í Ukraina. Hildið verður, at fleiri enn 12.000 mótmælisfólk eru tikin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Biðja russar mótmæla

Fleiri felagskapir, sum virka uttanfyri Russland, heita nú á fólk í Russlandi, um at mótmæla ætlanini hjá Vladimir Putin, forseta, um at senda fleiri hermenn til Ukraina.

Higartil hava nógv mótmæli verið ímóti krígnum, og mett verður, at yvir 12.000 fólk eru tikin.

Vladimir Putin, forseti, hevur boðað frá, at umrøtt verður at senda boð eftir 300.000 russiskum hermonnum, sum lutvíst skulu sendast til Ukraina, men eisini tryggja støðuna í Russlandi.

Semja er um, at avgerðin hjá Putin fer at gera støðuna spentari, og gera kríggið í Ukraina ógvusligari.

Litava, sum er granni hjá Ruslandi, gav herinum alt fyri eitt boð um at vera tilbúgvin, tí landið kennir seg hótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985