Hava goldið ov nógv fyri skeið

Hava goldið ov nógv fyri skeið
Landsgrannskoðanin vísir á, at Sjónám og Vinnuháskúlin hava ikki hildið seg til skeiðsgjaldið, sum eru ásett eftir kunngerð
Sjónám og Vinnuháskúlin hava ikki hildið seg til skeiðsgjaldið, sum er ásett eftir kunngerð, sigur Landsgrannskoðanin.
 
23.09.2022 - 08:39

Bæði sjófólk og skúlanæmingar hava goldið ov nógv fyri skeið um trygd á sjónum.

Tað sæst í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini fyri landsroknskapin fyri í fjør.

Landsgrannskoðanin vísir á, at Sjónám og Vinnuháskúlin hava ikki hildið seg til skeiðsgjaldið, sum er ásett eftir kunngerð.

Sambært kunngerðini skal gjaldið vera í mesta lagi 2.500 kr. fyri skúlanæmingar og í mesta lagi 4.000 kr., fyri sjófólk.

Vinnuháskúlin hevur tikið ávikavist 3.250 og 6.500 kr., fyri skeiðini, ávikavist 1.250 og 2.500 kr., meir, enn hann átti.

 

Vinnuháskúlin hevur eisini tikið meira fyri skeiðini, enn hann átti, sigur Landsgransskoðanin. 

 

Torført at finna luttakararnar

Sagt verður í frágreiðingini, at Vinnuháskúlin skal gjalda skeiðsluttakarunum ov nógv kravda skeiðspeningin aftur, men sambært skúlanum hava tey havt trupult við at finna fram til, hvørjir skeiðsluttakararnir eru, tí er peningur settur av til tað. 

Skúlin arbeiðir framvegis við at loysa málið, og samskiftir við Uttanríkis- og mentamálaráðið um tað.

Í august kunnaði landsstýrismaðurin Landsgrannskoðanina um, at Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tikið málið um skeiðsgjøldini upp til nýggja viðgerð, men enn ber ikki til at siga, nær komið verður víðari í málinum, stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097