Kunnu vænta drúgvar lønarsamráðingar

Kunnu vænta drúgvar lønarsamráðingar
Sáttmálarnir hjá 15 fakfeløgum fara úr gildi leygardagin
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
27.09.2022 - 13:07

Hóast sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið fer úr gildi leygardagin 1. oktober, byrja samráðingarnar millum partarnar ikki fyrr enn 20. oktober.

Og ikki fyrr enn tá fara partarnir at leggja krøvini fram, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen.

Hann sigur, at ymisk viðurskifti hava gjørt, at samráðingarnar ikki eru byrjaðar fyrr, men nú er so avtala gjørd um at fara undir at samráðast.

Føroya Lærarafelag hevur høvuðssáttmála, og eftir honum er verandi sáttmáli í gildi, til semja er fingin um ein nýggjan sáttmála.

 

Jan Mortensen er stjóri á Lønardeildini. 

 

14 sáttmálar

Umframt sáttmalan hjá Føroya Lærarafelag, fara 14 aðrir sáttmálar úr gildi 1. oktober.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini sigur, at vanliga mannagongdin er, at samráðingar eru við feløgini eftir stødd. 

Lønardeildin hevur tosað við Akademikarafelagið um samráðingar, men felagið sigur seg ikki kunna byrja at samráðast fyrr enn seinast í oktober.

Tí verður arbeitt við at fáa samráðingar í lag við onnur feløg fyri 20. oktober, sigur Jan Mortensen.

Samráðst verður framvegis um tveir sáttmálar sum fóru úr gildi í 2020, sigur stjórin á Lønardeildini.

 

Dregur út

Lítil ivi er um, at tað fer at draga út at fáa sáttmálar í lag, tá byrjað verður so seint, men tað eru ymisk viðurskifti, sum eru orsøk til tað, sigur Jan Mortensen.

Hvat úrslit fólk kunnu vænta, vil stjórin á Lønardeildini ikki gera viðmerkingar til, men hann viðgongur, at uttan iva verður krav um hægri løn, nú alt dýrkar.

Hann vil kortini ikki gera nakrar viðmerkingar til tað, tí tað er ikki vanligt, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. mars
Morgunlesturin týsdagur 24.mars 2026
205921
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Veðrið
206133