Freistin farin at mótmæla

Freistin farin at mótmæla
Mótmæli móti broytingum í byggisamtyktini fyri Bøkjarabrekku til viðgerðar í umsitingini hjá býráðnum
Ætlanin um at byggja eitt parkeringshús í Bøkjarabrekku í Havn møtir stórari mótstøðu frá fólkunum, sum búgva í miðbýnum
 
29.09.2022 - 06:44

 


Soleiðis lýsir Felagið Grannalív parkeringshúsið, ið ætlanin er at byggja í Bøkjarabrekku í Havn, við einari tekning

 

Felagið Grannalív, sum umboðar fólk í niðara part av Tinghúsvegin, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu, hevur av øllum alvi roynt at fingið Tórshavnar kommunu at endurskoða ætlanina um at geva Gullak Madsen, vinnulívsmanni, loyvi at byggja parkeringshúsið

"Bygningurin er pressaður út í mark á nær um øllum síðum. Hetta hevur við sær, at allir grannar fara at hava ein múr, sum liggur millum níggju og 14 metrar á markinum. Hetta viðførir, at tað verður eitt sera stórt skuggaland á grannamatriklunum. Vit meta, at tað ikki rætt, at kommunan skal standa á odda við at fremja hesa neyðtøku av grannaognunum," skrivaði Grannalív í einum tíðindaskrivi 14. september. 


Grannalív hevur eisini roynt at givið fólki eina mynd av, hvussu nógv parkeringshúsið fer at fylla í miðbýnum, eitt nú við sínum egnu tekningum, men eisini við ballónum

 

Felagið Grannalív hevur eisini savnað inn undirskriftir móti byggingini, og hevur roynt at ávirkað gjøgnum fjølmiðlarnar. 

20220715_BYGGING_UTTAN_MAAL_OG_MID

Jógvan G. Müller, verkfrøðingur og ein av grannunum, heldur at byggingin er burtur úr vón og viti. Tað greiddi hann frá í Degi og viku 15. juli í ár

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286