- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík
Nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík
John Syderbø byrjar í starvinum um ein mánað
30.09.2022 - 09:20
John Syderbø er settur í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu.
John Syderbø er 46 ár og búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni sum sjálvstøðugur ráðgevi.
Áður hevur John Syderbø millum annað verið marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele. Tað var frá 2015 til 2021.
John Syderbø byrjar í starvinum í Klaksvík um ein mánað.
13 fólk søktu um starvið sum vinnu- og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV