30 mió. til Fróðskaparsetrið næstu árini

30 mió. til Fróðskaparsetrið næstu árini
Næsta ár verður farið undir at gera eitt universitetskampus
30 mió skulu játtast komandi ár til at høvuðsumvæla gamla Venjingarskúlan í havn til Fróðskaparsetrið.
 
01.10.2022 - 13:49

Næstu árini skulu brúkast 30 milliónir krónur um árið til at høvuðsumvæla gamla Venjingarskúlan í Havn til eitt universitetskampus til Fróðskaparsetrið.

Ætlanin er at landið yvirtekur ognarlutin hjá Tórshavnar Kommunu í Venjingarskúlanum móti, at kommunan
yvirtekur partar av bygningunum, har Studentaskúlin í Hoydølum helt til, umframt partar av
lendinum á økinum.

Fróðskaparsetrið skal síðani stigvíst flyta úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum, soleiðis at alt virksemi er flutt úr Sjóvinnuhúsinum í seinasta lagi tann 31. desember 2024.

Fyri at Fróðskaparsetrið skal kunna nýta ognirnar til sítt virksemi krevst, at ognirnar verða
høvuðsumvældar og umbygdar til tørvin hjá Fróðskaparsetrinum. 

Landsverk hevur gjørt eina yvirskipaða kostnaðarætlan og tíðarætlan fyri verkætlanina, ið verður framd í stigum heilt fram til 2028. Kostnaðarmetingin hjá Landsverki er 144 milliónir krónur. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 eru játtaðar 30 milliónir til høvuðsumvælingina. Og síðani skulu játtast 30 milliónir afturat um árið, næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025