Forskúli á Tvøroyri næsta skúlaár

Forskúli á Tvøroyri næsta skúlaár
Býráðið hevur samtykt, at forskúlin kostar 700 kr. um mánaðin, og goldið verður fyri 11 mánaðir um árið
Forskúlin fer at halda til í skúlanum í Trongisvági.
 
03.10.2022 - 08:42

Forskúli verður á Tvøroyri frá næsta skúlaári.

Tað hevur Tvøroyrar býráð einmælt samtykt.

Almennur kunnandi fundur verður um forskúlan í Trongisvágs skúla mikukvøldið.

22.mars í ár samtykti Tvøroyrar býráð tilmæli frá mentanarnevndini um at seta ein arbeiðsbólk at lýsa møguleikar og kanna fyrimunir og vansar við at skipa ein forskúla í Tvøroyrar kommunu.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at forskúlin verður í Trongisvágs skúla, í stovunum 6 og 7, sum eru ein dupultstova, sum verður innrættað til endamálið. 

 

700 kr. um mánaðin

Býráðið hevur samtykt, at forskúlin kostar 700 kr. um mánaðin. Goldið verður fyri 11 mánaðir um árið. 

Forskúlin er í galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið.

Í mesta lagi 24 børn kunnu vera í forskúlaflokkum við skúlaársbyrjan.

Tímatalið er í mesta lagi 24 tímar um vikuna.

Í forskúlaflokki skulu vera bæði lærari og námsfrøðingur. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585