Føroya Tele og Nema samstarva um farnetið

Føroya Tele og Nema samstarva um farnetið
Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir samstarvið
Nýggja 5G-netið hjá Føroya Tele skal verða liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2023.
Mynd: Føroya Tele  
 
05.10.2022 - 14:49

Í framtíðini verður eitt farnet í Føroyum, tí FT Samskifti og Nema hava gjørt avtalu om at samstarva um farnetið. 

Hetta stendur í tíðindaskrivi frá Nema og FT Samskifti, ið er dótturfelag hjá Føroya Tele. 

Sambært Nema og FT Samskifti fer samstarvið at gagna kundunum, men báðir veitararnir fara framvegis at kappast um vørur og tænastur.

Avtalan um at samstarvið er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir samstarvið. 

Í fjør skrivaði FT Samskifti undir avtalu við Ericsson um nýggja farnetið, sum eftir ætlan verður liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023.

Við nýggja farnetinum fáa brúkararnir 5G, ið er nýggjasta og skjótasta ættarliðið av farneti, siga Føroya Tele og Nema.

 

Hetta er samstarvsbygnaðurin hjá Føroya Tele og Nema:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809