- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javnstøðunevndin fær leiðbeining um at viðgera klagur
Javnstøðunevndin fær leiðbeining um at viðgera klagur
Uppskotið, sum er sent til hoyringar, skal leggja klaguviðgerðina hjá Javnstøðunevndini í fastar karmar

Almannamálaráðið hevur gjørt uppskot um leiðbeining til Javnstøðunevndina, hvussu klagur skulu viðgerast.
05.10.2022 - 08:40
Uppskot er gjørt um leiðbeining um, hvussu Javnstøðunevndin skal viðgera klagur.
Uppskotið er sent til hoyringar.
Í januar sendi Almannamálaráðið eitt uppskot um kunngerð um kærumálsviðgerð hjá Javnstøðunevndini til hoyringar.
Í fastar karmar
Eftir at viðmerkingarnar komu, hevur Almannamálaráðið í samráð við lógartænastuna í Løgmansskrivstovuni gjørt av at gera eina leiðbeining í staðin.
Uppskotið um leiðbeiningina er orðað við tí fyri eyga at leggja klaguviðgerðina hjá Javnstøðunevndini í fastar karmar. Og soleiðis bæði lætta um arbeiðið hjá Javnstøðuskrivstovuni og betra um rættartrygdina hjá klagara og klagaða, verður sagt úr Almannamálaráðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























