Nýtt ferðslumet í Eysturoyartunlinum

Nýtt ferðslumet í Eysturoyartunlinum
Í september koyrdu 5.417 akfør í tunlinum, 155 fleiri enn í juni, tá ið seinasta metið var sett
Ferðslan í Eysturoyartunlinum setti met í september. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.10.2022 - 15:41

5.417 akfør koyrdu í Eysturoyartunlinum í miðal í september.

Tað er nýtt met, og 155 fleiri bilar um dagin samanborið við í juni, tá ið met seinast varð sett. Tá koyrdu 5.262 akfør gjøgnum tunnilin.

September hevur annars verið ein góður mánaður hjá tunnilsfelagnum, tí eisini í fjør var september besti mánaður í Eysturoyartunlinum, tá ið hugsað verður um mestu ferðsluna. 

Miðalferðslan er vaksin munandi hetta árið. Í september í ár koyrdu nevniliga 644 fleiri bilar gjøgnum tunnilin samanborið við í fjør.

 

Eisini nógv ferðsla í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum

September var eisini góður í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, tí í báðum tunlunum var ferðslan í september í ár størri enn í september í fjør. Talan var tó í hvørgum føri um met. 

Í Vágatunlinum er mest ferðsla í mai, juni, juli og august. September er á fimta plássi við 2.984 bilum. 

Í Norðoyatunlinum er september næstbesti mánaður í ár. Bara august hevur verið betri, tá ið talan er um mest ferðslu. Í september koyrdu 4.326 bilar gjøgnum tunnilin.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040