Ríkisumboðið kunngjørt fólkatingsvalið í Føroyum

Ríkisumboðið kunngjørt fólkatingsvalið í Føroyum
Flokkarnir í fólkatinginum samtyktu leygardagin at flyta valdagin í Føroyum til 31. oktober
Fólktingsvalið verður 31. oktober, og valhølini eru opin millum klokkan níggju á morgni til klokkan átta á kvøldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.10.2022 - 08:41

Ríkisumboðið hevur nú kunngjørt, at fólkatingsval verður í Føroyum mánadagin 31.oktober.

Í Danmark og í Grønlandi verður valið 1.november.

Flokkarnir í fólkatinginum samtyktu leygardagin at flyta valdagin í Føroyum, tí 1. november er minningardagur teirra sjólátnu í Føroyum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, bað Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um at flyta valdagin.

 

Løkke ímóti

Allir flokkar í fólkatinginum, uttan Moderaterne hjá Lars Løkke Rasmussen, tóku undir við at flyta valdagin.

Lars Løkke Rasmussen heldur, at tað kann ávirka valið í Danmark, at valið í Føroyum verður ein dag fyrr enn í Danmark.

Valstøðini eru opin millum klokkan níggju á morgni til klokkan átta á kvøldi 31.oktober.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595