Útlánsvøksturin er minkaður seinasta árið

Útlánsvøksturin er minkaður seinasta árið
Vinnan hevur lænt 220 mió. kr., og lánini til húsarhald eru eisini vaksin 240 mió. kr. í bankunum
Útlánsvøksturin í ár er minni í ár, enn hann var sama tíðarskeið í fjør. (Savnsmynd)
 
11.10.2022 - 18:45

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum í juli í var 2,3%  og 3,3%, tá ið útlán úr donskum fíggjarstovnum vera tald uppí, upplýsir Landsbankin. 

Útlánsvøksturin er sostatt væl minni, enn hann var sama tíðarskeið í fjør, tá ið hann var 5,5% hjá føroysku bankunum og 8,6%, tá ið donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.

Í juli stavaði stórur partur av útlánsvøkstrinum hjá bankunum frá størri lánveiting til kommunurnar. Útlánini til kommunurnar eru vaksin umleið 115 mió. krónur í hesum tíðarskeiðnum.

 

Vinnan og húsarhald

Bankarnir hava eisini lænt vinnuni 220 mió. kr. síðsta árið. Lánini til húsarhald eru eisini vaksin 240 mió. kr. í bankunum. 

Húsarhald fáa harumframt fígging til sethús úr donskum realkredittstovnum.

Skuldin hjá føroyingum var tilsamans fýra mia. kr. í donskum realkredittstovnum í juli.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609