Bretski fíggjarmálaráðharrin koyrdur frá

Bretski fíggjarmálaráðharrin koyrdur frá
Kwasi Kwarteng legði fyri nøkrum vikum síðani fram eitt uppskot, sum millum annað fór at lækka skattin og geva teimum ríkastu størri fyrimunir
Kwasi Kwarteng fekk 38 dagar sum fíggjarmálaráðharri í bretsku stjórnini hjá Liz Truss, forsætisráðharra.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.10.2022 - 14:49

Bretski fíggjarmálaráðharrin, Kwasi Kwarteng, sat ikki leinki í ráðharrasessinum.

BBC skrivar, at Kwarteng í morgun var sagdur úr starvi, eftir at hava røkt sessin sum fíggjamálaráðharri í stjórnini hjá Liz Truss í 38 dagar.

Kwasi Kwarteng legði fyri nøkrum vikum síðani fram eitt uppskot, sum millum annað fór at lækka skattin og geva teimum ríkastu størri fyrimunir. Hetta gjørdi hann, uttan at ráðføra seg við hini í stjórnini.

Uppskotið hjá Kwarteng hevði havt við sær, bleiv tað samtykt, at tey, sum forvinna mest, í mesta lagi skulu gjalda 40 prosent í skatti.

Sum er, er hægsta skattaprosent í Bretlandi 45 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV