Fyrsti veljarafundurin verður í SMS í Havn

bannari
Fyrsti veljarafundurin verður í SMS í Havn
Fólkatingsvalið er um at taka dik á seg, og fyrsti veljarafundurin, sum Kringvarp Føroya skipar fyri, verður í SMS nú klokkan 10
Valstríðið um at vinna sær ein av teimum tveimum føroysku sessunum í fólkatinginum er av álvara byrjað.
Mynd: Christoffer Regild  
 
14.10.2022 - 08:35

Valdekningurin í Kringvarpi Føroya verður skipaður soleiðis, at aðru hvørja ferð er tað Andglettur, sum verður sendur úr Sortudíki í Havn, og aðru hvørja ferð veljarafundur kring landið. 

Veljarafundirnir byrja í SMS í dag, 14. oktober, klokkan 10, og síðan verður farið út á miðnámsskúlarnar.

Veljarafundirnir verða, eins og Andgletturin, sendir í útvarpinum, sjónvarpinum og so verða teir stroymdir á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya


Mynd: Christoffer Regild

 

Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:

  • Fríggjadag 14. oktober: Veljarafundur, SMS í Havn
     
  • Mánadag 17. oktober: Javnaðarflokkurin í Andglettinum
  • Týsdag 18. oktober: Veljarafundur, Miðnám í Suðri
  • Mikudag 19. oktober: Fólkaflokkurin í Andglettinum
  • Hósdag 20. oktober: Veljarafundur, Miðnám á Kambsdali
  • Fríggjadag 21. oktober: Tjóðveldi í Andglettinum
     
  • Mánadag 24. oktober: Veljarafundur, Miðnám í Vestmanna
  • Týsdag 25. oktober: Miðflokkurin í Andglettinum
  • Mikudag 26. oktober: Veljarafundur, Tekniski Skúli í Klaksvík
  • Hósdag 27. oktober: Sambandsflokkurin í Andglettinum
  • Fríggjadag 28. oktober: Veljarafundur, Glasir í Havn
     
  • Sunnudagur 30. oktober: Stórur veljarafundur í Løkshøll í Runavík.
     
  • Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558