Svøríki: Vilja byggja fleiri kjarnorkuverk

Svøríki: Vilja byggja fleiri kjarnorkuverk
Nýggja svenska stjórnin metir, at kjarnorka er loysnin, um Paris-sáttmálin skal haldast
Johan Pehrson, formaður hjá teimum Liberalu, Jimmie Akesson, formaður hjá Svøríkidemokratunum, Ulf Kristersson, formaður hjá teimum Moderatu, og Ebba Busch, forkvinna hjá Kristindemokratunum
Mynd: Mynd: Tt News AgencyMynd: Tt News Agency/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2022 - 12:28

Nýggja svenska stjórnin, sum fór til verka í gjár, ætlar at byggja fleiri kjarnorkuverk í Svøríki.

Tað vísir samgonguskjalið, sum teir tríggir borgarligu flokkarnir hava orðað.

Sambært svenska kringvarpinum vil stjórnin røkka teimum málum, sum eru sett á grønu leiðini og staðfest í París-sáttmálanum, við at byggja fleiri kjarnorkuverk.

Ebba Busch, sum er leiðari hjá Kristendemokraterna, sigur harafturat, at stjórnin miðar eftir at gera tað bíligari at liva hjá svenskum feløgum og familjum, og at økt kjarnorka er ein partur av loysnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360