SAS fær eykarokning fyri brennievni

SAS fær eykarokning fyri brennievni
Útreiðslurnar til brennievni, sum er vorðið nógv dýrari, eru meira enn eina milliard krónur
Orsøkin til øktu útreiðslurnar er, at SAS - sum so nógv onnur flogfeløg - rindar brennievni og leiguavtalur í dollarum.
 
18.10.2022 - 10:48

Skandinaviska flogfelagið SAS hevur fingið eina stóra eykarokning fyri brennievni, tí kursurin á amerikanska dollaranum er hækkaður.

Útreiðslurnar til brennievni, sum er vorðið nógv dýrari, eru meira enn eina milliard krónur.

Tað metir Jacob Pedersen, greinari hjá Sydbank, í samrøðu við check-in.dk, sum DR endurgevur.

Orsøkin til øktu útreiðslurnar er, at SAS - sum so nógv onnur flogfeløg - rindar brennievni og leiguavtalur í dollarum.

 

Prísirnir hækka

Dollarin hevur ikki verið so sterkur, sum hann er nú, síðani 2002, og tað ger ilt verri hjá skandinaviska flogfelagnum.

- Hetta er tann ringast hugsandi støðan fyri SAS. Avleiðingin verður, at prísirnir fara at hækka, sigur greinarin við check-in.dk.

SAS, sum er hart spert fíggjarliga, kunngjørdi í fjør eina bjargingarætlan, sum nevnist "SAS Forward".

Endamálið við teirri avtaluni er at seta sparingar í verk fyri 5,3 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025