Dronur í loftrúminum - floghavnin í Bergen stongd

Dronur í loftrúminum - floghavnin í Bergen stongd
Floghavnin var stongd klokkan 6:30, og óvist er, nær hon letur uppaftur
Nógv ferðafólk bíða í floghavnini í Bergen í morgun.
Mynd: NRK  
 
19.10.2022 - 08:17

Floghavnin í Bergen, Flesland, er stongd, eftir at ein ella fleiri dronur vóru sæddar í loftrúminum yvir floghavnini í nátt.

- Vit hava fyribils stongt floghavnina, til vit hava vissu fyri, at tað er trygt at flúgva aftur, sigur Øystein Skaar hjá floghavnini við NRK.

Løgreglan hevur í nátt sent fólk út til Flesland-floghavnina í Bergen, eitt hernaðarøki og oynna Bjorøy, sum er ein góðan kilometur vestan fyri Flesland-floghavnina.

 

Fyrstu boðini tíðliga í morgun

Fyrstu fráboðanirnar um dronurnar í nátt komu klokkan 4:15 í morgun, norska tíð, skrivar norska blaðið BT, sum fyrst skrivaði um dronurnar.

- Tað eru greið tekin um, at tað vóru dronur, sigur Øystein Skaar hjá floghavnini við NRK.

Floghavnin í Bergen varð stongd klokkan 6:30, og í løtuni er óvist, nær floghavnin letur uppaftur.

Eitt flogfar hjá Widerøe í Bergen stendur at koma í Vágar klokkan 15 seinnapartin, og at fara avstað aftur klokkan 15:30.

 

(Mynd: Ritzau Sanpix)

 

Tvær hendingar í síðstu viku

Hendingin í morgun kemur í kjalarvørrinum á tveimum øðrum, líknandi hendingum, sum vóru í Noregi í seinastu viku.

Hóskvøldið varð ein ókend drona sædd tvær ferðir nærindis norska gassverkinum Kårstø í Norðurrogalandi, og hetta sama hendi aftur leygarkvøldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur fríggjadagur.
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360