Nýggj reglugerð um grundstykki í Klaksvík

Nýggj reglugerð um grundstykki í Klaksvík
Kommunan fær javnan fyrispurningar um at selja víðari og lata útgrivin kommunal grundstykki innaftur
Nýggja reglugerðin ásetir, at bara grundstykki, sum ikki eru grivin út, kunnu verða tikin inn, og endurgjald latið.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
19.10.2022 - 08:29

Klaksvíkar býráð hevur samtykt nýggja reglugerð fyri víðarisølu av kommunalum grundstykkjum, sum eru grivin út.

Kommunan fær javnan fyrispurningar um at selja víðari og lata útgrivin kommunal grundstykki innaftur. 

Tí heldur Klaksvíkar kommuna, at neyðugt er at orða eina reglugerð fyri sølu og innlating.

Nýggja reglugerðin ásetir, at bara grundstykki, sum ikki eru grivin út, kunnu verða tikin inn, og endurgjald latið.

Um arbeiði er gjørt á grundstykkinum, verður í framtíðini víst til reglugerð fyri víðarisølu av kommunalum grundstykkjum.

Í ávísum førum kann kommunan taka útgrivin grundstykki innaftur, men bara um kommunan hevur eina ítøkiliga ætlan við einum útgrivnum grundstykki, sum tað stendur í reglugerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860