USA letur Grønlandi meiri pening

USA letur Grønlandi meiri pening
Síðani 2020 hevur amerikanska stjórnin latið Grønlandi 160 milliónir kr. til menningarætlanir í Grønlandi
Seinastu árini hava amerikanarar latið Grønlandi tilsamans 160 mió. kr. til menningarverkætlanir.
Mynd: KNR  
 
19.10.2022 - 15:07

USA fer at lata Grønlandi 1,5 milliónir dollarar, ella umleið 11,4 milliónir krónur í okkara peningi, til at menna landið.

Tað upplýsir grønlendska landsstýrið í einum tíðindaskrivi í dag.

Hetta er triðja ferðin í hálvt triðja ár, at USA letur pening til menning í Grønlandi.

Í apríl 2020 játtaði amerikanska stjórnin 83 milliónir kr. til ymsar verkætlanir, sum skulu styrkja samstarvið millum Grønland og USA.

 

160 mió. kr. tilsamans

Í juli í fjør játtaði USA 65 milliónir kr. aftrat, og sostatt hevur amerikanska stjórnin latið Grønlandi tilsamans góðar 160 milliónir krónur av amerikansku játtanini til menningarverkætlanir uttanlands.

Seinasta upphæddin, sum er 11,4 milliónir kr., verður játtað, eftir at stjórnarumboð fyri Grønland, USA og Danmark høvdu fund í statinum Maine í USA í gjár.

Umboðini fyri londini viðgjørdu møguleikarnar at bøta og tryggja handilssambandið millum Grønland og USA, m.a. við veitingartrygd, nú kríggj er í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360