Lærarafelagið til samráðingar í dag

Lærarafelagið til samráðingar í dag
Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað má síggjast aftur í nýggja sáttmálanum, at prísvøksturin hevur verið so stórur
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
20.10.2022 - 08:44

Í dag byrja sáttmálasamráðingarnar millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Lærarafelagið.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at tey fara at krevja lønarhækking, sum samsvarar við prísvøksturin.

Hagstovan hevur boðað frá, at brúkaraprístalið er 8,8 prosent, og tað er størsti prísvøkstur í 40 ár.

Sáttmálin hjá Lærarafelagnum fór úr gildi 1. oktober. 

 

Væntar vælvild

Jacob Eli S. Olsen sigur, at felagið vísti vælvild, tá ið sáttmáli bleiv gjørdur beint eftir, at korona legði samfelagið lamið. 

Formaðurin væntar tí, at Lønardeildin vísir vælvild hesaferð.

- Tað má síggjast aftur í sáttmálanum, at prísvøksturin er so stórur, so keypiorkan verður varðveitt, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Sáttmálarnir hjá 14 øðrum fakfeløgum fóru eisini úr gildi 1. oktober. 

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, hevur fyrr sagt við útvarpið, at hann væntar drúgvar samráðingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328