Kanna møguleikan at velja talgilt í Grønlandi

Kanna møguleikan at velja talgilt í Grønlandi
Talgild valskipan í Grønlandi kann fáa týdning fyri onnur lond
 
24.10.2022 - 11:41

Kannað verður nú, hvussu tað kann skipast, um grønlendingar í framtíðini politiskt skulu kunna velja talgilt. 

Sum er, er einki sum løgfrøðiliga forðar, at grønlendingar kunnu seta kross sín til landstings- ella fólkatingsval við telefonini ella á teldu, men í løtuni er eingin skipan ment, sum kann taka sær av hesum.

Danski stovnurin Direc (Digital Research Centre Denmark) hevur játtað 3,5 milliónir krónur til ein bólk av granskarum, ið skal kanna, hvussu ein trygg talgild valskipan í Grønlandi kann brúkast.

 

Týdning fyri onnur lond

Við miðilin Sermitsiaq sigur Carten Schürmann, sum er professari á KT-universitetinum í Keypmannahavn, at ein møgulig talgild valskipan í Grønlandi hevur stór framtíðarútlit, tá hugsað verður um onnur lond.

- Tøkniliga er hetta ein avbjóðing, men loysa vit hana og koma við einari skipan, sum grønlendskir politikarar og myndugleikar kunnu góðtaka, er ikki ósannlíkt, at hendan skipan kann útflytast við nógv lond, sigur Carten Schürmann.

- Við sínum avmarkaða fólkatali og stóru landafrøðiligu víddum, er Grønland eitt sera gott stað at taka útgangsstøði, tá ein talgild valskipan skal mennast, leggur hann afturat.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738