- Tíðindi, mentan og ítróttur
Xi Jingping hevur tryggjað sær eitt valskeið aftrat
Kinesiski forseti, Xi Jinping, tryggjaði sær í gjár sína triðju setu sum forseti í landinum.
Xi Jinping hevur verið forseti síðan 2012, og hann var afturvaldur á floksráðstevnuni hjá kinesiska kommunistaflokkinum, ið vardi eina viku, og endaði í gjár.
Í 2018 broytti Xi Jinping lógina, ið segði, at sami forseti í Kina einans kann sita tvær setur. Sostatt er einki, ið forðar, at Xi Jinping fer at sita á valdinum so leingi, sum hann livir.
Hu Jintao koyrdur á dyr
Tað vakti ans, at undanmaður Xi Jinping, fyrrverandi forsetin Hu Jintao, eftir øllum at døma bleiv tvingaður út úr høllini, har floksráðstevnan var hildin. Hu Jintao sat undir liðini á Xi Jinping, men hann gjørdist kløkkur, tá vaktarmenn komu til hansara at fylgja sær út.
Hendingin er vorðin ein mynd av, at kinesiski forsetin útihýsir teimum, ið umboða annað enn tað, ið hann stendur fyri.
Hu Jintao, fyrrverandi forseti í Kina, sum sat beint aftan fyri Xi Jinping, var eftir øllum at døma brádliga koyrdur á dyr á floksráðstevnuni hjá kinesiska kommunistaflokkinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)