Frávera í fólkaskúlanum verður granskingarevni

Frávera í fólkaskúlanum verður granskingarevni
Alt fleiri børn og ung hava nógva skúlafráveru ella megna als ikki at fara í skúla
Tóra Petersen er trivnaðarráðgevi fyri fólkaskúlan á Námi.
 
28.10.2022 - 13:41

Nám fer í næstum at granska í, hvussu vit kunnu minka um skúlafráveruna í fólkaskúlanum. 

Eins og í londunum kring okkum tykist talið á børnum og ungum, sum antin hava nógva skúlafráveru, ella als ikki megna at fara í skúla, vera alsamt vaksandi.

Tøl frá Undirvísingarstýrinum vísa, at í skúlaárunum 2018-2019 og 2019-2020 fingu 40 næmingar heima- og sjúkraundirvísing. 

Í skúlaárunum 2019-2020 og 2020-2021 vóru teir 52 í tali. Taka vit tey við, sum fáa sertilboð, eru tølini nógv størri. 

Tóra Petersen er trivnaðarráðgevi fyri fólkaskúlan og starvast hjá Námi:

 

28102022_Tora_um_skulafraveru


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523