Trý føroysk verk kappast um norðurlendskar virðislønir

Trý føroysk verk kappast um norðurlendskar virðislønir
Virðislønirnar eru 300.000 danskar krónur
Annika Oyrabø og Dánial Hoydal eru í uppskoti til at fáa virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir.
 
01.11.2022 - 08:59

Trý føroysk verk eru við, tá virðislønir Norðurlandaráðsins verða latnar í Helsinki í kvøld.

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø eru innstillað til at fáa virðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir.

Bók teirra "Abbi og eg og abbi" er innstillað.

Unn Patursson er við í kappingini um at fáa tónlistarvirðislønina fyri verk sítt "1902." Og Beinir Bergsson er innstillaður til bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið "Sólgarðurin."

 

Eivør handar

Eivør Pálsdóttir, sum vann í fjør, handar tónlistarvirðislønina.

Virðislønirnar eru 300.000 danskar krónur.

Elsta virðislønin er bókmentavirðislønin, hon er 60 ár í ár.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir frá tiltakinum í Musikkhúsinum í Helsinki eftir Dag og viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523