Breddin um stjórnarsamráðingar og grundlóg

Breddin um stjórnarsamráðingar og grundlóg
Tað er ikki sum at siga tey at taka føroysku fólkatingssessirnar av, tí teir eru lógarfestir í grundlógini, sigur viðmerkjari í sendingini
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, er farin undir stjórnarsamráðingar, og hon ætlar at hitta umboð fyri allar flokkar í fólkatinginum í dag, eisini føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.11.2022 - 09:14

Fólkatingsvalið í Danmark týsdagin gav vinstraveinginum og Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum samráðingarrættin til at skipa eina nýggja stjórn. Tær samráðingarnar byrja í dag, og tað verður ikki við flokkarnar á reyða veinginum sum teir fyrstu, men við teir bláu hinumegin miðjuna í donskum politikki.

Vit tosa við tey føroysku umboðini, Onnu Falkenberg og Sjúrð Skaale, sum fóru til Danmarkar fyrr í vikuni, har tey eisini skulu gera seg galdandi í tí, sum nú fer fram í stjórnarsamráðingunum og millum hinar fólkatingslimirnar.

Síðani tosa vit við ein viðmerkjara, sum hyggur at støðuni hjá teimum báðum føroysku fólkatingsumboðunum.

Ikki minst tí løgfrøðisliga partinum. Hann heldur, at í Føroyum er ov lætt hjá nøkrum flokkum at tosa um, at føroysku fólkatingsumboðini bara kunnu takast av, tí tað kunnu tey ikki, av tí at tey eru skrivað inn í grundlógina, og tað er ikki sum at siga tað at broyta grundlógina.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Kári Durhuus ger viðmerkingar til politisku støðuna á fólkatingi í Breddanum fyrrapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522