Martin Lidegaard nýggjur politiskur leiðari

Martin Lidegaard nýggjur politiskur leiðari
Radikali flokkurin á fólkatingi hevur fingið nýggja leiðslu eftir fólkatingsvalið
Martin Lidegaard hevur tikið við sum politiskur leiðari í Radikala flokkinum.
 
04.11.2022 - 08:21

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Martin LIdegaard, var í gjár valdur til politiskan leiðara í Radikala flokkinum.

Hann tekur við eftir Sofie Carsten Nielsen, sum segði seg frá eftir vánaliga valið hjá flokkinum á fólkatingsvalinum týsdagin.

Radikali flokkurin fór niður í helvt í tinglimum.

Sofie Carsten Nielsen var orsøkin til, at Mette Frederiksen útskrivaði val, tí hon hótti við, at Radikali flokkurin fór at taka stuðulin til stjórnina hjá Mette Frederiksen aftur.

Samira Nawa er nýggjur politiskur varaleiðari í Radikala flokkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655