Nýggir lærusáttmálar seta met

Nýggir lærusáttmálar seta met
Miðalaldurin hjá teimum, sum byrja í læru í dag, er knappliga 23 ár
367 nýggir lærusáttmálar í 40 yrkisútbúgvingum eru góðkendir fyrstu 10 mánaðirnar í ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.11.2022 - 10:16

367 nýggir lærusáttmálar í 40 yrkisútbúgvingum eru góðkendir fyrstu 10 mánaðirnar í ár.

Tað er met, um samanborið verður við sama tíðarskeiðið onnur ár. 

Hetta er stórur partur av einum árgangi, tá hugsað verður um, at í Føroyum eru millum 600 og 700 børn fødd árliga seinastu 20 árini, sigur Yrkisdepilin.

Ársmetið fyri nýggjar lærusáttmálar kom annars í 2007. Tað árið vóru gjørdir 417 lærusáttmálar í 39 yrkisútbúgvingum. 417 fólk fóru í læru.

 

 

Minkaði í fíggjarkreppuni

Tá fíggjarkreppan var í 2008 og 2009, minkaði lærlingatalið nógv.

Tað kom niður í 175 í 2009, tað sama sum í 2002.

Miðalaldurin hjá teimum, sum byrja í læru í dag, er knappliga 23 ár.

Tað var 22 ár í 2007.

70 føroyskar yrkisútbúgvingar eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523