Nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
Else Østergaard hevur drúgvar starvsroyndir í danskari og føroyskari fyrisiting
Elsa Østergaard tekur við nýggja starvinum 1. januar.
 
09.11.2022 - 14:32

Elsa Østergaard er sett sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Deildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingarøkið og gransking, sum fevnir um alt frá dagstovni, fólkaskúla, miðnámi, hægri útbúgving, gransking v.m.

Elsa Østergaard er 46 ára gomul og útbúgvin cand. jur. í 2005 frá Århus Universitet. Harumframt hevur hon tikið grundleggjandi leiðsluskeið og Diplomútbúgving í leiðslu og onnur viðkomandi skeið.

Hon hevur 16 ára royndir í føroyskari og danskari fyrisiting, harav sjey ár sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum.

Í løtuni starvast Elsa Østergaard hjá Ríkisumboðnum, og hon tekur við starvinum í Uttanríkis- og mentamálaráðnum 1. januar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815