Sólvit Nolsø stillar heldur ikki upp fyri Fólkaflokkin

bannari
Sólvit Nolsø stillar heldur ikki upp fyri Fólkaflokkin
Sólvit E. Nolsø, ið hevur sitið sum landsstýrismaður, verður ikki á listanum hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið. Tað hevur hann boðað floksleiðsluni frá í kvøld
Nú hevur Sólvit Nolsø eisini boðað frá, at heldur ikki hann stillar upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 20:23

Tað er ein beinleiðis avleiðing av orrustuni í Fólkaflokkinum, at landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevur gjørt av, at hann ikki stillar upp fyri Fólkaflokkin á hesum løgtingsvalinum.

Tað sigur hann við Kringvarpið í kvøld.

Sólvit Nolsø sigur seg vera samdan við fráfarna formannin, Christian Andreasen, og kann ikki taka undir við linjuni, sum ein partur av teimum ráðandi í Fólkaflokkinum hava.

Tí hevur hann tikið avleiðingarnar og boðað frá, at hann ikki stillar upp. Hann fer tó ikki úr Fólkaflokkinum.

20221110_NET_SOLVIT

"Eg tók undir viđ tí arbeiði, sum Christian Andreasen fór undir at modernisera ávís viðurskifti í flokkinum, serliga aftan á ringa fólkatingavalið. Tað bar tíverri ikki á mál, og formaðurin kendi seg noyddan at fara. Síðan havi eg sjálvur hugsað um mína støðu og havi boðað flokkinum frá, at eg stilli ikki upp fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið. Eg havi ikki tikið meg úr flokkinum og heldur ikki tikið støðu til, hvat næsta stigið er," sigur Sólvit E. Nolsø.

 


Sólvit Nolsø hevur eisini tikið seg av listanum. Hann stillar ikki upp á løgtingsvalinum / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Harvið tykist royndin hjá floksleiðsluni í Fólkaflokkinum at samla leivdirnar av flokkinum at vera miseydnað.


Jørgen Niclasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, og Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Fólkaflokkurin syndrast

Ruðuleikin tykist fullkomin í Fólkaflokkinum. Fyrst fór Christian Andreasen frá sum formaður í Fólkaflokkinum og úr politikki. 

So boðaði Heðin Zachariasen frá, at hann ikki stillar uppaftur fyri Fólkaflokkin. 

Og nú hevur Sólvit Nolsø, ið hevur sitið sum landsstýrismaður í almannamálum seinastu tíðina, eisini boðað frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið. 

Felags fyri teir tríggjar er, at teir umboða tann liberala vongin av Fólkaflokkinum, ið hevur ynskt at moderniserað flokkin. 


Jákup Mikkelsen, Christian Andreasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, og Beinir Johannesen / Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Kann bara vera ein skipari á brúnni

Christian Andreasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum, segði í Degi og viku í kvøld, at hann ikki hevur megnað at savna flokkin, sum gongur í tveimum - tey konservativu og tey liberalu. 

"Tað kann bara vera ein skipari á brúnni, og tá ið eg ikki fekk stuðul í flokkinum til at seta kósina fyri valstríðið út í kortið, so var betri, at eg trekti meg," segði Christian Andreasen millum annað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477