Breddin: Valstríð og formansskifti í Fólkaflokkinum

bannari
Breddin: Valstríð og formansskifti í Fólkaflokkinum
Sendingin varpar eisini ljós á sálarsjuku millum ung, sum eisini stríðast við misnýtslu
Valstríðið upp undir løgtingsvalið var skotið í gongd í sjónvarpinum í gjárkvøldið.
 
11.11.2022 - 08:43

Fyrsta formansumfar undan løgtingsvalinum 8. desember var í gjárkvøldið í sjónvarpinum. Vit spyrja politiskar eygleiðarar, hvussu teir ímynda sær, at valstríðið verður.

Og so hevur Fólkaflokkurin fingið nýggjan formann, tí í gjárkvøldið var Beinir Johannesen valdur til formann í flokkinum. Hetta fara vit eisini at umrøða saman við eygleiðarunum.

 

Beinir Johannesen er nýggjur formaður í Fólkaflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Trupulleikin við sálarsjúku millum ung, sum eisini stríðast við misnýtslu, veksur alsamt. Tað sigur leiðarin á Herberginum í Havn og viðgerðarstovninum Frælsinum á Eiði.

Hann eftirlýsir meiri samstarv millum almennar stovnar fyri at lofta hesum ungu, sum ofta mangla tak yvir høvdið. Tey eru kanska ikki so nógv í tali, men talið veksur spakuliga, og tað merkja tey á Herberginum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425