Annika Olsen stillar upp fyri Tjóðveldi

bannari
Annika Olsen stillar upp fyri Tjóðveldi
So skuldi tað verið fyri vist, at Annika Olsen er á uppstillingarlistanum hjá Tjóðveldi í Suðurstreymi
So er greitt, at Annika Olsen, sum herfyri fór út Fólkaflokkinum, stillar upp fyri Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2022 - 21:00

Í eina tíð hevur tað ljóðað, og nú skuldi tað verið fyri vist: Fyrrverandi fólkafloksløgtingslimurin, -landsstýrisfólkið og -borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, stillar upp fyri Tjóðveldi. 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur í kvøld havt triðja og seinasta uppstillingarfund, og sambært tí, ið er likið út frá fundinum, so er Annika Olsen á listanum hjá Tjóðveldi. 

Stívliga 100 limir í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag vóru møttir til uppstillingarfundin.  

13 valevni - sjey kvinnur og seks menn - eru á listanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, og Annika Olsen er eitt av nøvnunum.  

Men tað skilst at nevndin fekk heimild at finna tvey valevni aftrat, so tey vera 15 í Suðurstreymi. 

(savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tey 13 valevnini hjá Tjóðveldi í Suðurstreymi eru:

Hervør Pálsdóttir
Bjørt Samuelsen
Anita á Fríðriksmørk
Annika Olsen
Jensina Olsen
Liljan Weihe
Trina Eysturoy
Erling Eidesgaard
Jón Kragesteen
Ronnie Thomassen
Høgni Hoydal
Høgni í Stórustovu
Magni Arge.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576