Biden og Jinping hittast í dag

Biden og Jinping hittast í dag
Báðir leiðararnir síggja seg sjálvar sum menn, ið skulu virka saman í nógv ár
Forsetarnir báðir eru tilkomnir menn. Xi JInping er 69 ára gamal, og Joe Biden er 79 ára gamal.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.11.2022 - 08:51

Heimurin bíðar í spenningi eftir fundinum í dag millum amerikanska forsetan, Joe Biden og kinesiska forsetan, Xi Jinpng, sum hittast fyri fyrstu ferð í sama rúmi.

Teir hava tosað saman, men tað hevur verið í telefon við mynd á.

Roknað verður við, at teir fara at tosa um kríggið í Ukraina, um støðuna við Taivan, Norðurkorea, mannarættindi, handil og ósemjur og veðurlagið.

Báðir leiðararnir síggja seg sjálvar sum menn, ið skulu virka saman í nógv ár.

Xi Jinping hevur júst tryggjað sær í minsta lagi eitt skeið aftrat sum forseti í KIna, og hevur sett síni egnu fólk í týðandi størv.

 

Stóð seg betur enn væntað

Joe Biden stendur seg væl betur í USA enn væntað, og líkt er ikki til, at Donald Trump verður nøkur hóttan á forsetavalinum um tvey ár, um úrslitið verður sum úrslitið av miðvalinum, har tað gekst illa hjá Donald Trump.

Tí eru tekin um, at heimurin má liva við Xi Jinping og Joe Biden sum stórum leiðararum í drúgva tíð.

Teir eru tilkomnir menn. Xi JInping er 69 ára gamal, og Joe Biden er 79 ára gamal.

Báðir skulu við á G-20 toppfundin, og teir skulu vitja í fleiri londum í Asia at umrøða handilsviðurskifti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360