Kendur sjónvarpsvertur stillar upp fyri Javnaðarflokkin

bannari
Kendur sjónvarpsvertur stillar upp fyri Javnaðarflokkin
So er greitt, at Uni Holm Johannesen, ið flest fólk kenna sum Dag og viku-vert, stillar upp fyri Javnaðarflokkin
Uni Holm Johannesen, ið er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, er kendur sjónvarpsvertur, men hevur eisini verið viðmerkjari í Degi og viku
 
16.11.2022 - 09:37

"Vit eru í morgun fegin um at kunngera, at Uni Holm Johannesen stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið tann 8. desember."

Soleiðis skrivar Javnaðarflokkurin á sínum Facebook-vanga, nú tað er greitt, at kendi sjónvarpsverturin Uni Holm Johannesen verður eitt av valevnunum hjá flokkinum.  

Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Uni Holm Johannesen skuldi stilla upp, men nú er tað so staðfest. 

Harvið verður Uni Holm Johannesen enn eitt í longu røðini av tíðindafólkum og kendum sjónvarpsandlitum, sum fer upp í politikk. 

 

Sosialt rættvísi

Uni Holm Johannesen er 32 ára gamal og útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur starvast sum tíðindamaður, fulltrúi og ráðgevi.

Sosialt rættvísi  stendur ovast á listanum yvir evni, ið Uni Holm Johannesen ætlar sær at arbeiða fyri. 

"Nógv eru komin undir størri trýst við hækkandi rentum og prísum á vanligum gerandisvørum og brennievni. Tað ætla vit í Javnaðarflokkinum at gera nakað við beinanvegin," sigur Uni Holm Johannesen í sambandi við, at hann nú stillar upp fyri fyrstu ferð.

Í løtuni starvast Uni Holm Johannesen sum ráðgevi í Vinnuhúsinum, men stillar altso upp fyri Javnaðarflokkin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558