Trygdarvarðhald fyri neyðtøkuroynd og rán

Trygdarvarðhald fyri neyðtøkuroynd og rán
Ákæruvaldið er nøgt við dómin, men verjin heldur, at dómurin er harður
Nevningatingið var samt um skuldarspurningin, og maðurin er dømdur trygdarvarðhald.
 
18.11.2022 - 15:07

Ein maður um 30 ára aldur er í dag dømdur trygdarvarðhald í einum máli um neyðtøkuroynd og fyri at hava rænt taskur frá kvinnum.

Semja var í nevningatinginum, tá skuldarspurningurin var viðgjørdur í Føroya rætti í dag.

Maðurin var funnin sekur í at hava framt tvey rán - eitt í 2019 og eitt í 2022 - og fyri at hava framt eina neyðtøkuroynd í mars 2022.

Ákæruvaldið er nøgt við úrslitið:

 

18112022_Katrin_Thorsvig

 

Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri.

 

Óla Jákup Kristoffersen, verji hjá ákærda, heldur, at talan er um ein harðan dóm samanborið við lógarbrotini, sum ákærdi hevur framt:

 

18112022_ola_Jakup

 

Óla Jákup Kristoffersen er verji.

 

Maðurin er áður dømdur fyri fleiri neyðtøkuroyndir, seinast í Føroya Rætti í 2020.

Av tí at maðurin, hóast langar fongsulsrevsingar, framhaldandi fremur grov brot á revsilógina - brot har hann leggur á ungar kvinnur - kravdi ákæruvaldið í dag, at hann skuldi dømast í trygdarvarðhald. Hesum tók nevningatingið undir við.

Meira verður at frætta um málið í tíðindasendingini á nátturða.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659