Valrættaraldurin í Ný Sælandi fer helst at lækka

Valrættaraldurin í Ný Sælandi fer helst at lækka
Valrættaraldurin er í løtuni 18 ár, men hægstirættur sigur, at lóggávuvaldið eigur at umhugsa broytingar
Jacinda Ardern er forsætisráðharri í Ný Sælandi.
 
21.11.2022 - 08:41

Hægstirættur í Ný Sælandi hevur í morgun gjørt av, at tað er at gera mismun á fólki, at tú skal vera 18 ár fyri at velja.

Tað skrivar The Guardian.

Bólkurin "Make it 16" hevur í meira enn tvey ár havt eitt rættarmál um valrættaraldurin. 

Bólkurin hevur millum annað grundgivið við, at 16 ára gomul eiga at sleppa at velja, tí veðurlagsbroytingar ávirka tey og teirra framtíð.

 

Mannarættindi skúgvað til viks

Avgerðin hjá hægstarætti merkir, at lóggávutingið í løtuni "skúgvar til viks mannarættindini hjá ungum, og at lóggávuvaldið tí má umhugsa broytingar," skrivar The Guardian.

Jacinda Ardern, forsætisráðharri, sigur, at stjórnin fer at koma við lógaruppskoti um at lækka valrættaraldurin.

Jacinda Ardern sigur seg vera fyri, at aldursmarkið verður lækkað niður í 16 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV