Ætlar at skipa stjórn saman við borgarligu flokkunum

Ætlar at skipa stjórn saman við borgarligu flokkunum
Eindarlistin og Alternativið hava tikið seg úr samráðingunum við Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharra
Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharri, boðaði um middagsleitið frá, at hon nú fer at royna at skipa stjórn tvørtur um politisku miðjuna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.11.2022 - 13:10

Virkandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen hevur gjørt av at halda fram við samráðingunum um at skipa stjórn saman við borgarligu flokkunum.

Eftir 49 samráðingarumfør og tveir aðrar fundir, kunnaði hon um royndirnar at skipa stjórn:

 

23112022_Mette


Mette Frederiksen segði, at samráðingarnar um at skipa stjórn fara at halda fram í nakrar vikur aftrat.

 

Eindarlistin er eisini farin burtur úr samráðingunum við Mette Frederiksen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Eindarlistin var á fundi við Mette Frederiksen fyrrapartin, og eftir fundin gjørdi framsøgukvinnan í flokkinum, Mai Villadsen, greitt, at Eindarlistin ikki longur er partur av samráðingunum um at skipa stjórn í Danmark:

 

23112022_Mai_Villadsen


Og fyrrapartin boðaði flokkurin, Alternatvið, eisini frá, at hann ikki longur er við í samráðingunum.

Orsøkin er, at Mette Frederiksen hevur valt at samráðast um nýggja stjórn tvørtur um miðjuna, og tað vil Alternativið ikki vera við til, segði Franciska Rosenkilde, forkvinna í Alternativinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244