Black Friday: Brúkarin eigur at kanna prísin

Black Friday: Brúkarin eigur at kanna prísin
Brúkaraumboðið sigur, at undanprísurin skal upplýsast, og hann skal vera sannur
Keyparin skal ikki vera í minsta iva um, at vøran verður seld fyri niðursettan prís, sigur Brúkaraumboðið. (Savnsmynd)
 
23.11.2022 - 08:27

Nú Black Friday nærkast, minnir Brúkaraumboðið tey, sum keypa, og tey, sum selja, á at kanna, um prísurin á vørum, sum verða seldar á útsølu ella sum tilboð, veruliga er lækkaður.

Gamli, fasti, prísurin, undanprísurin, skal upplýsast, og hann skal vera sannur.

Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan søluni vera settur á.

Og meginreglan er, at undanprísurin skal hava verið galdandi í minsta lagi í seks vikur, áðrenn tilboðið kemur í gildi. 

Fyri gerandisvørur og árstíðarbundnar vørur, so sum mat og jólaprýði, er kravið tó fýra vikur.

 

Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.

 

Keyparin skal ikki ivast

Keyparin skal ikki vera í minsta iva um, at vøran verður seld fyri niðursettan prís. 

Brúkaraumboðið heitir eisini á fólk um at kanna, um vøran veruliga er niðursett og, hvussu nógv er at spara.

Lat ikki tilboðini taka teg av fótum, sigur Brúkaraumboðið, tí kanska er vøran bíligari í einum øðrum handli ella nethandli.

Og heitt verður á fólk um at kanna kredittútreiðslur, um tey keypa bil, møblar ella tílíkt og í tí sambandi taka lán. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541