Merkel var máttleys, tá hon legði frá sær

Merkel var máttleys, tá hon legði frá sær
Fyrrverandi týski kanslarin sigur við Spiegel, at hon var ikki før fyri at broyta russisku ætlanina viðvíkjandi Ukraina
Angela Merkel, fyrrverandi samveldiskanslari í Týslandi.
 
29.11.2022 - 11:00

Merkel hevur verið kúrr, síðani hon fór úr embætinum í desember í fjør, hálvan triðja mánað fyri russisku innrásina í Ukraina.

Funnist hevur tó verið at henni, serliga fyri politikkin, sum hon og stjórn hennara framdu móti Russlandi, har handilssambandið millum londini bæði var styrkt, og sum núverandi stjórnin í Týsklandi hevur broytt seinastu tíðina.

Samrøðan í Spiegel er ein av teim fyrstu, sum Merkel ger, síðani hon gavst sum kanslari. 

 

Angela Merkel og Vladimir Putin. 

 

Verjir politikkin

Í samrøðuni verjin hon politikkin hjá sær móti russarum og ger greitt, at hon seinastu mánaðirnar, áðrenn hon legði frá sær, misti alla ávirkan sum kanslari, og sostatt møguleikan at ávirka russiska forsetan, Vladimir Putin.

Til dømis royndi hon í fjørsummar at fáa samtalu í lag millum seg, Putin og franska forsetan, Emmanuel Macron, men tað eydnaðist ikki, tí Putin hevur bara virðing fyri valdinum, sigur Markel.

Hon sigur tó, at Minsk-avtalan, sum hon hevði týðandi leiklut í, og sum snúði seg um vápnahvíld í Eysturukraina, eftir at loysingarfólk høvdu tikið valdið við hjálp frá Russlandi í 2014, hevur givið ukrainum virðismikla tíð til at fyrireika seg til tað, sum hendi í februar, tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina.

 

Harmast

Merkel sigur, at hon var hørm, tá ið hon fór úr kanslaraembætinum, tí tað ikki hevði eydnast stjórnini at gera framstig, ikki bara í Ukraina, men eisini í Moldova, Georgia og aðrastaðni. 

- Tá var tíðin komin at fáa nýggjan kanslara, sigur Angela Merkel í samrøðuni við Spiegel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360