Skipanaruppskot um reinsiverk ikki boðið út

Skipanaruppskot um reinsiverk ikki boðið út
SMJ hevur gjørt uppskot, men tað kostaði ov nógv at brúka. Arbeiðið at byggja reinsiverkið í Havnardali verður kortini boðið út
SMJ gjørdi eitt uppskot í 2007, men tað kostaði ov nógv at brúka tað. So einki var bygt tá.
 
02.12.2022 - 12:20

Tórshavnar kommuna hevur biðið SMJ gera eitt skipanaruppskot um nýtt vatnreinsiverk í Havnardali. Tað arbeiðið er ikki boðið út.

Tað er tí, at SMJ fyrr hevur arbeitt við málinum, í 2007 og nú í 2022, sigur kommunan.

SMJ gjørdi eitt uppskot í 2007, men tað kostaði ov nógv at brúka tað. So einki var bygt tá.

Skipanaruppskotið verður liðugt í mars næsta ár.

 

Vatnbrunnurin í Havnardali. Nú skal nýtt reinsiverk gerast. 

 

Tá fæst at vita, hvussu nógv reinsiverkið kostar, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu.

Arbeiðið at byggja reinsiverkið verður boðið út, sigur Tróndur Sigurðsson.

Vatnreinsiverkið í Havnardali er frá 1966.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815