Skriva einki hoyringarskriv í hesum umfari

Skriva einki hoyringarskriv í hesum umfari
Arbeiðsgevararnir siga, at verður arbeitt víðari við málinum, vil felagið hava uppskotið aftur til hoyringar
Løgtingsvalið ger, at arbeiðsgevararnir skriva einki hoyringarskriv um lógaruppskotið, har pengar fylgja barninum. (Savnsmynd)
 
02.12.2022 - 11:04

Føroya arbeiðsgevarafelag kemur ikki við hoyringarsvari um lógaruppskot at broyta lógina um dagsstovnar og dagrøkt, so pengarnir fylgja barninum.

Tað ger felagið ikki, tí val er útskrivað.

Men um nýggja landsstýrisfólkið í almannamálum ætlar at arbeiða víðari við lógaruppskotinum, vil Arbeiðsgevarafelagið hava uppskotið aftur til hoyringar.

Hoyringarfreistin er til týsdagin í komandi viku.

 

Sjálvboðin skipan

Uppskotið hjá Almannamálaráðnum er at geva kommununum loyvi til at geva foreldrum pengar, um tey vilja vera heima hjá børnunum, til tey kunnu fara í barnagarð.

Sambært uppskotinum verður talan um eina sjálvbodna skipan hjá kommununum.

Foreldur skulu kunna fáa í mesta lagi 112.000 kr. um árið, ella 9.333 skattafríar kr. um mánaðin. 

 

Veitingin er 70 prosent

Kommunufelagið upplýsir, at miðalkostnaðurin fyri ansing í vøggustovu er 160.000 kr. í ár, meðan veitingin er 70 prosent av hesum. 

Haraftrat skulu foreldrini ikki rinda foreldragjaldið fyri vøggustovupláss, sum í mesta lagi kann vera 30 prosent av tí, sum plássið kostar.

Uppskotið var sent til hoyringar fyri einum mánaði síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523