25 yvirgangsfólk tikin í Týsklandi

25 yvirgangsfólk tikin í Týsklandi
Húsarannsóknir vóru gjørdar í meira enn 130 húsum og íbúðum í 11 týskum landspørtum
Meira enn 3.000 løgreglufólk vóru við í átakinum tíðliga í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.12.2022 - 10:17

Løgreglan í Týsklandi hevur í morgun handtikið minst 25 fólk í einum stórum átaki.

Tey handtiknu eru víðgongd og eru undir illgruna fyri at hava samband við ein yvirgangsbólk.

Tað upplýsir ákærumyndugleikin í Berlin, sambært tíðindastovuni Ritzau.

- Tey handtiknu eru partur av einum yvirgangsbólki, sum legði ætlanir um at kollrenna týska statin og seta sínar egnu skipanir í verk, sigur ákærumyndugleikin.

Meira enn 3.000 løgreglufólk vóru við í átakinum tíðliga í morgun.

 

 

Hús og íbúðir rannsakað

Húsarannsóknir vórðu gjørdar í meira enn 130 húsum og íbúðum í 11 týskum landspørtum. Rannsóknir vóru eisini gjørdar í Eysturríki og Italia.

Millum tey handtiknu eru fólk frá sonevndu Reichsbürger-rørsluni, sum miðlar víðgongd sjónarmið og jødahatur.

Reichsbürger verður sett í samband við fleiri nastiskar fylkingar. 

Fregnartænastan í Týsklandi heldur, at umleið 21.000 fólk stuðla rørsluni.

Sambært týska blaðnum Bild høvdu fleiri fólk í rørsluni vápn, og tað ljóðar, at fleiri teirra vóru von við at brúka vápnini.

Ritzau skrivar, at rørslan hevur lagt ætlanir um kvettroyndina síðani november 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087