Bara átta prosent nøgd við kynsbýtið í landsstýrinum

Bara átta prosent nøgd við kynsbýtið í landsstýrinum
Í Norðstreymoy er ónøgdin størst, og hon er minst í Eysturoynni
Gallup Føroyar hevur gjørt eina kanning fyri Demokratia um kynsbýti í politikki.
 
07.12.2022 - 08:37

Bara átta prosent eru nøgd við kynsbýtið í fráfarandi landsstýri.

81 prosent eru ikki nøgd.

Gallup Føroyar hevur gjørt eina kanning fyri Demokratia um kynsbýti í politikki.

Í Norðstreymoy er ónøgdin størst, 87 prosent. Hon er minst í Eysturoynni, 78 prosent.

 

Kynsbýtið í løgtinginum

Spurt var eisini um kynsbýtið í løgtinginum.

76 prosent av kvinnunum og 56 prosent av monnunum svaraðu, at kynsbýtið í fráfarandi løgtingi er ikki í lagi.

Kanningin sigur, at javnstøða hevur stóran týdning hjá veljarum. 81 prosent eru fyri javnstøðu í politikkinum, bara sjey prosent taka ikki undir við javnstøðu. 

Undirtøkan er størst í Vágum, 92 prosent, og minst í Sandoynni, 68 prosent.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Velja fleiri menn

Hóast fólk yvirhøvur vilja hava javnstøðu, velja fleiri menn enn kvinnur. 24 prosent av teimum, sum vóru spurd, siga seg ætla at velja eina kvinnu í morgin. 31 prosent velja ein mann.

44 prosent høvdu ikki avgjørt, um tey fara at velja eina kvinnu ella ein mann. 

Gallup-kanningin var gjørd frá 12 til 18. november. 528 fólk vóru spurd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858