39.017 hava valrætt í dag

bannari
39.017 hava valrætt í dag
Veljast kann millum tilsamans 168 valevni
Størsta valstaðið er sum vant í høllini á Hálsi í Havn. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.12.2022 - 08:21

39.017 hava valrætt á løgtingsvalinum í dag.

Hetta eru 1.196 fleiri enn á valinum í 2019.

589, sum lesa uttanlands, hava valrætt í dag.

168 valevni eru. Tey vóru 179 í 2019, men tá vóru níggju flokkar, nú eru sjey.

Valstøðini eru 57. Nógv tað størsta er á Hálsi í Havn, har kunnu 13.182 fólk velja.

Minsta valstaðið er í Hattarvík, har eru 10 veljarar. 

Valið byrjar klokkan 10:00 fyrrapartin og varar til klokkan 20:00, ella so leingi veljarar koma uttan steðg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585