Løgmaður skattar dýpið í dag

bannari
Løgmaður skattar dýpið í dag
Formaður í Javnaðarflokkinum ætlar at tosa við flokkarnar, sum hann hevur verið í andstøðu við seinasta valskeið
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á vali í Vestmanna í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2022 - 09:28

Longu í dag fer formaðurin í Sambandsflokkinum og virkandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at skatta dýpið fyri at vita, um Sambandsflokkurin kann halda fram í samgongu.

Í nátt, tá valúrslitið var komið, segði hann:

 

09122022_BARDUR_SKATTAR_DYPID

 

Í seinasta lagi 12 yrkadagar eftir eitt løgtingsval skal nývalda løgtingið koma saman, sigur stýrisskipanarlógin.

Longu í nátt vísti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum sum komandi løgmann, tá Høgni vildi hava Aksel at vera leiðari í samráðingunum um nýggja samgongu.  

Møguleikin, sum var nevndur í nátt, er ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, á vali í Havn í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Aksel V. Johannesen ætlar sær at tosa við flokkarnar, sum hann hevur verið í andstøðu við seinasta valskeið.


Ruth hevur lykilin

Ruth Vang situr við lyklinum, men hon gav onga ábending í nátt.

Framsókn kann velja, hvørjari samgongu, flokkurin vil stuðla við at geva henni meirilutan.

 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, fekk eitt gott val í gjár. (Bjarni Árting Rubeksen)

 

Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum sigur seg kunna samstarva við allar flokkar. Eisini hann ætlar sær at tosa við hinar flokkarnar í dag.

Jenis av Rana í Miðflokkinum heldur, at samgongan, sum hann fór úr í heyst, kann halda fram við Framsókn aftrat.

- Vit hava nógv til felags við Framsókn. Har eru fólk, sum vit samstarva ómetaliga væl við, segði Jenis av Rana í nátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV