Halda fram við samráðingunum í kvøld

bannari
Halda fram við samráðingunum í kvøld
Í morgin verður væntandi greitt, um Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn fara undir realitetssamráðingar
Samráðingarleiðarin hevur havt fyrsta fundin við Sambandsflokkin og Framsókn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 15:41

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn halda fram við samgongusamráðingunum í kvøld, og eru líkindi til, at ein samgonga kann spyrjast burturúr millum hesar tríggjar flokkarnar, verður farið undir realitetssamráðingar í morgin.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og samráðingarleiðari eftir fyrsta fundin við hinar báðar flokkarnar seinnapartin.

Trý umboð fyri hvønn flokk eru við í samráðingunum.

 

Johan Dahl er í samráðingarnevndini hjá Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Djóni Nolsøe Joensen er í samráðingarnevndini hjá Javnaðarflokkinum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Trý umboð fyri hvønn flokk

Flokkarnir hava trý umboð hvør í samráðingunum.

Í samráðingarnevndini hjá Javnaðarflokkinum eru Aksel V. Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen og Ingilín Didriksen Strøm.

 

Ruth Vang, forkvinna, er í samráðingarnevndini hjá Framsókn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bárður á Steig Nielsen, Helgi Abrahamsen og Johan Dahl manna samráðingarnevndina hjá Sambandsflokkinum, og øll trý løgtingsfólkini hjá Framsókn samráðast fyri Framsókn.

Tey eru Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit Nolsø.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Aksel V. Johannesen fyri løtu síðani:

 

Aksel_um_fund_vid_Sambandid_og_Framsokn

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542