Nes kommuna farin um 1500 fólk

Nes kommuna farin um 1500 fólk
1502 fólk búgva í kommununi, og tí kann kommunan taka sær býarheiti
1.502 fólk búgva nú í Nes kommunu, sum kann taka sær býarheiti.
 
12.12.2022 - 14:55

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Nes kommunu verið so mikið stórur, at fólkatalið nú er komið upp um 1500. 

Í morgun kundi Nes kommuna staðfesta, at tað nú búgva 1.502 fólk í kommununi, sum tí kann velja at taka sær býarheiti.

Nes kommuna upplýsir, at í januar 2018 búðu 1.279 fólk í kommununi. Sostatt er fólkatalið vaksið 223 fólk, ella 17,4 % seinastu fimm árini.

Í januar er ætlanin at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870