Tey flestu vilja hava Aksel sum samráðingarleiðara

bannari
Tey flestu vilja hava Aksel sum samráðingarleiðara
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava tilsamans 22 tingsessir
Alt bendir á, at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, verður samráðingarleiðari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 10:12

Nú er greitt, at formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, hevur størstu undirtøkuna at standa á odda fyri samráðingunum at skipa nýtt landsstýri eftir løgtingsvalið hósdagin.

Í løtuni fær hann stuðul frá tilsamans 22 tingfólkum í Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Tjóðveldi.

Bárður á Steig Nielsen, virkandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, hevur í morgun verið tvær ferðir hjá løgtingsformanninum.

Fyrru ferð bað hann um at verða loystur úr starvi sum løgmaður, og seinnu ferð vísti hann á formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, sum samráðingarleiðara.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen.

 

Bárður á Steig Nielsen hitti løgtingsformannin tvær ferðir í morgun.

 

Aksel V. Johannesen hevur víst á seg sjálvan sum samráðingarleiðara, og fyri løtu síðani fór Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, til løgtingsformannin. Hann segði fyri fundin við Jógvan á Lakjuni, at Tjóðveldi vísir á Aksel V. Johannesen.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hittir løgtingsformannin. 

 

Fólkaflokkurin vil einki siga

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur eisini verið hjá løgtingsformanninum, men hann vil ikki siga, hvønn Fólkaflokkurin vísir á. Beinir Johannesen sigur, at flokkurin vísir á tann, sum flokkurin væntar at fáa mest burturúr við at fara í samgongu.

 

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vil ikki siga, hvønn Fólkaflokkurin vísir á sum samráðingarleiðara.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann væntar at sleppa til samráðingarborðið við Javnaðarflokkin longu í dag.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við formannin í Sambandsflokkinum:

 

12122022_Bardur_til_net

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809