Væntar at hava samgongu fyri jól

bannari
Væntar at hava samgongu fyri jól
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevur fingið litið upp í hendur at skipa landsstýri
Aksel V. Johannesen fer nú undir samgongusamráðingar. Hann fær stuðul frá fimm flokkum og tilsamans 27 tingfólkum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 11:53

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur litið formanninum í Javnaðarflokkinum, Akseli V. Johannesen, upp í hendur at standa á odda fyri samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri.

Tá avtornaði vístu fimm flokkar á Aksel V. Johannesen um at vera samráðingarleiðari.

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin hava tilsamans 27 tingsessir.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vildi ikki siga, hvønn hann vísti á at vera samráðingarleiðari.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Aksel V. Johannesen í samrøðu við tíðindafólk, tá hann hevði fingið litið upp í hendur at standa fyri samgongusamráðingunum. 

 

Aksel V. Johannesen sigur, at samráðingartilgongdin byrjar beinanvegin, men fyrst fer hann at hava eitt yvirskipað prát við flokkarnar.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum væntar, at samgonga er skipað í seinasta lagi 22. desember, tá nývalda løgtingið hevur sín fyrsta fund.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Aksel V. Johannesen, í útvarpstíðindunum:

 

12122022_Aksel_til_net

 

Eisini Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vísti á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493