- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa at tingast við stjórnina um fíggjarmál
Sleppa at tingast við stjórnina um fíggjarmál
Samgonguskjalið hjá nýggju stjórnini fer eisini niður í smálutir

Anna Falkenberg er fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
15.12.2022 - 09:11
Nýggja stjórnin í Danmark fer at hava fólkatingslimirnar úr Grønlandi og Føroyum við, tá viðurskifti í donsku fíggjarlógini, sum eru um Føroyar og Grønland, eru til viðgerðar.
Hetta eru viðurskifti viðvíkjandi ítøkiliga samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland.
Samgonguskjalið hjá nýggju stjórnini fer eisini niður í smálutir.
Stjórnin ætlar at kanna og arbeiða fyri, at føroyingar og grønlendingar, sum búgva í Danmark, fáa farloyvi til at vera hjá nærskyldum fólki í Føroyum ella í Grønlandi, sum liggja fyri deyðanum.
Hetta skal eisini vera galdandi fyri danir, sum búgva í Føroyum ella í Grønlandi.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























